Koronavirusið útskýrt og hvat tú skalt gera. | Kurzgesagt

🎁Amazon Prime 📖Kindle Unlimited 🎧Audible Plus 🎵Amazon Music Unlimited 🌿iHerb 💰Binance

Video

Transcript

Í desember 2019 boðaðu kinverskir myndugleikar heiminum frá,

at virus gekk í landinum.

Næstu mánaðirnar breiddi tað seg út í onnur lond, og tilburðir tvífaldaðust eftir fáum døgum.

Virusið eitur “ringt bráðandingarsjúkuskylt krúnuvirus 2”,

sum elvir sjúkuna Covid-19 og sum øll annars kalla koronuvirus, ella krúnukrím.

Hvat hendir, tá tað feingir, og hvat er at gera?

[Inngangstónleikur]

Eitt virus er í royndum bara eitt hylki við ílegutilfari og nakrum fáum proteinum í, og er í grundini ikki livandi.

Tað kann bara nørast við at fara í eina livandi kyknu.

Illkrúna kann leggjast á yvirflatar,

men enn er óvist, hvussu leingi tað livir har.

Høvuðsútbreiðslan tykist at vera um smádropar, tá fólk hostar, og ella um nortið verður við ein sjúkan og síðan andlitið,

til dømis eygu ella nøs.

Her fær virusið fastatøkur og sníkir seg longri niður í kroppin.

Tað ætlar sær í innvølin, miltið ella lunguni, har tað kann gera mest um seg.

Sjálvt heilt fá krúnuvirus kunnu gera miklan háva.

Lunguni eru løgd við yvirflatakyknum í milliarda tali.

Hesar eru marknakyknur í kroppinum, sum klæða yrkisgøgn og slímhinnur innan, og sum skjótt verða fongdar.

Illkrúna bindur við ein ávísan móttakara á hinnum hjá sjúklinginum og sprænir inn ílegutilfar.

Kyknan, sum veit av ongum, útinnir nýggju mannagongdina, sum er rættiliga einføld:

ger eftir og set saman aftur.

Hon fyllist við alsamt fleiri eftirgerðum av upprunavirusinum til hon verður á tremur og síðstu boðini verða givin,

ger enda á tær.

Kyknan mest sum hvørvur og sleppir nýggjum illkrúnubitlum leysum at leypa á.

Talið á fongdum kyknum veksur í stórum.

Eftir einum 10 døgum eru ótal av kyknum fongdar, og tess meiri virus í lungunum.

Virusið hevur ikki gjørt so stóran háva enn, men illkrúna fer nú at beita eitt satt beist eftir tær,

títt egna órinslag.

Órinslagið, tó at tað skal verja teg, kann vera rættiliga hættisligt, og neyðugt er við strongum reglum.

Og meðan órinskyknur skunda sær í lunguni at berja virusið, feingir illkrúna summar teirra og villir tær.

Kyknur hava hvørki oyru ella eygu.

Tær samskifta mest gjøgnum smáar upplýsingarkyknur, sum eita sytokin.

Sytokinini stýra næstan øllum stórum órinsvirksemi.

Illkrúna fær øði í tær fongdu órinskyknurnar, og tær verða sum frá sær sjálvum.

Næstan so, at tað fær órinslagið í ótt lag, so tað sendir nógv fleiri hermenn enn tað eigur, og soleiðis nýtir nógva orku og ger skaða.

Serliga tvey sløg av kyknum skaða illa.

Annað eru nevtrofilini, sum duga væl at týna - eisini okkara kyknur.

Tær flokkast í túsunda tali og pumpa kveikar út at týna bæði vinir og fíggindar.

Hitt týðandi slagið av kyknum, sum verða frá sær sjálvum, eru týnandi T-kyknur, sum vanliga bjóða fongdum kyknum at gera av við seg á skipaðan hátt.

Ørkymlaðar sum tær eru, fara tær at bjóða sunnum kyknum at gera av við seg.

Tess fleiri og fleiri órinskyknur koma, tess meira skaða gera tær, og meira sunnan lungnavevnað oyðileggja tær.

Hetta kann gerast so ringt, at óbøtandi skaði stendst av tí og ævilangt vanføri.

Í flestum førum fær órinslagið spakuliga teymahald aftur.

Tað týnir fongdu kyknurnar, forðar virusunum at feingja, og ruddar vígvøllin.

Nú verður bati.

Flest, sum eru fongd av illkrúnu, munnu sleppa við rættiliga veikum sjúkueyðkennum.

Men í mongum førum verður ilt ella hættisligt.

Vit vita ikki prosentpartin, tí vit kenna ikki allar tilburðirnar,

men óivað er tað verri enn krím.

Vil illa til, verða slímkyknur í milliónatali týndar, og tá er verndarlagið í lungunum farið.

Hetta merkir, at lungabløðrurnar - smáar bløðrur, sum andað verður við - kunnu verða fongdar av bakterium, sum lítið gera um seg annars.

Sjúklingurin fær lungnabruna.

Andadráttur verður tungur ella svíkur, og sjúklinginum tørvar hjálp at anda fyri at hóra undan.

Órinslagið hevur stríðst av øllum alvi í fleiri vikur og gjørt milliónir av vápnum móti virusi.

Tá bakteriur so í túsunda tali nørast kvikliga, verður órinslagið við undirlutan.

Tær fara í blóðið og fara um allan kroppin; um tað hendir, er deyði sannlíkur.

Hetta krúnuvirusið verður ofta borið saman við krím, men er í royndum nógv hættisligari.

Tó at tað er trupult at greina deyðatalið neyvt, meðan alheimsfarsóttin gongur,

vita vit við vissu, at hon er nógv kvæmari og breiðir seg skjótari út enn krím.

Alheimsfarsótt sum illkrúna kann hátta sær tvinnanda: skjótt og seint.

Hvussu hon háttar sær, veldst um, hvussu vit hátta okkum frá tí, at hon kyknar upp.

Er sóttarútbreiðslan skjót, verður okkum ógæva og stórt mannfelli fyri;

sein útbreiðsla verður hin vegin gloymd sum frá líður.

Í versta føri byrjar skjót sóttarútbreiðsla við sera stórari ferð á fongdini,

tí onki er sett at forða ella at darva.

Hví er tað so galið?

Er sóttarútbreiðslan skjót, verða mong sjúk samstundis.

Verða ov mong sjúk, klárar heilsuverkið ikki at taka sær av teimum.

Tað fer at skorta við starvsfólki, útgerð so sum andahjálpartólum, og øðrum til at hjálpa.

Summi fara at doyggja av skortandi viðgerð.

Og so hvørt sum starvsfólk verða sjúk sjálv, megnar heilsuverkið enn minni.

Um so illa vil til, verður so illa statt, at neyðugt verður at gera av, hvør skal doyggja og hvør skal liva.

Talið á deyðum veksur í stórum í slíkum føri.

Fyri at sleppa undan hesum, má heimurin - og tað eru øll vit - leggja nógv fyri at venda hesum í seina útbreiðslu.

Alheimsfarsótt verður darvað við rættum avgerðum.

Serliga í byrjanini, so øll sjúk fáa viðgerð, og so at heilsuverkið aldri verður ovbyrjað.

Av tí at onki koppingarevni er fyri illkrúnu, mugu vit saman broyta okkara atburð so,

at vit verða koppingarevnið. Hetta ber einfalt við sær tvinnanda:

  1. Ikki verða fongdur; og 2. Fong ongan.

Tað ljóðar kanska ikki av miklum, men tað alra besta ráðið, er at vaska sær um hendurnar.

Sápa er í royndum eitt máttmikið vápn.

Tí krúnuvirusið er sveipað í eitt lag av feitti;

sápa upploysir feittið, so virusið ikki fær fongt longur.

Hon ger eisini hendurnar hálar, og tá vit vaska og gníggja hendurnar, verður virusið skolað burtur.

Fyri at gera tað væl, vaska tær tá um hendurnar sum hevur tú júst skorið jalapenjo og vilt síðan seta tær linsur í eyguni.

Seinna ráðið er at skýggja fólk. Tað er ikki serliga hugaligt,

men er góður gerningur kortini. Tað merkir: onki klemm, onki lógvatak.

Kanst tú vera heima, ver tá heima fyri at verja tey, sum mugu vera úti fyri at halda samfelagnum í gongd:

so sum læknar og krambafólk, ella løgreglumenn. Okkum øllum tørvar tey; teimum tørvar, at vit ikki verða sjúk.

Í størri høpi er sóttarhald, sum kann hava ymsan týdning: forboð at ferðast ella boð um at vera heima.

Sóttarhald er lítið hugaligt og lítið umtókt.

Men tað gevur okkum - og serliga granskarum, sum arbeiða við heili- og koppingarvági - avgerandi betri stundir.

Ert tú settur í sóttarhald, er umráðandi, at tú skilur, hví so er, og virðir tað.

Onki av hesum er stuttligt. Men lítandi at heildini er hetta eitt lítið offur.

Spurningurin um, hvussu alheimsfarsótt endar, veldst um, hvussu hon byrjar;

fær hon skjóta byrjan við brøttum halli, endar hon illa.

Fær hon seina byrjan við sløkum halli, verður endin nøkunlunda.

Og í hesum døgum, er alt latið okkum upp í hendur.

Bókstavliga og

myndaliga.

Stóra tøkk fái teir serfrøðingar, sum upp á so stutt skotbrá hjálptu okkum við hesi kykmyndini,

serliga Our World in Data,

netritið fyri gransking og upplýsingar um heimsins størstu trupulleikar

og hvussu framstig kunnu verða gjørd at loysa teir.

Farið á síðu teirra. Har er eisini ein síða um krúnualheimsfarsóttina, sum alsamt verður dagførd.

[Útgangstónleikur]